- Vit bjóðaðu krúnprinsinum at koma til Klaksvíkar at renna hálvmaraton í mai. Eg haldi, at hann svaraði kanska, segði ein av teimum 10 kvinnunum, sum 24. august í fjør tóku ímóti krúnprinsafamiljuni, tá ið hesi løgdu at í Klaksvík við kongaskipinum. Tær 10 kvinnurnar vóru allar ílatnar bláar rennitroyggjur og høvdu heiðursmerki um hálsin.
Tær 10 høvdu tað til felags, at tær í fjør tóku lut í Royal Run 18. Royal Run var eitt rennitiltak, sum Fríðrikur, krúnprinsur, skipaði fyri í samband við 50-ára føðingardag sín.
Hann bjóðaði fólkinum at renna við sær, antin eina míl ella 10 kilometrar, í Aalborg, Århus, Odense, Esbjerg og í Keypmannahavn. Tær 10 klaksvíksdamurnar runnu í ymiskum býum.
- Vit hildu tað vera skeg, at lata okkum í troyggjurnar og heiðursmerkini, sum allir luttakararnir fingu, nú tey komu til Klaksvíkar. Kanska fór tað at eydnast at fanga uppmerksemi teirra, segði ein teirra við in.fo tá.
Og tað gjørdi tað, tí Fríðrikur, krúnprinsur setti beina kós móti teimum 10, tá hann sá tær.
Tær fortaldu eisini Mary, krúnprinsessu, at mál teirra var at renna skjótari enn hon, men tað eydnaðist tíverri ikki.
- Hon rann teinin eini 10 sekund skjótari enn tann skjótasta av okkum, tíverri, søgdu tær brosandi.