Her fer Trump á sjúkrahús

- Forsetin fer at arbeiða úr Walter Reed-sjúkrahúsinum teir næstu dagarnar, sigur talskvinnan, Kayleigh McEnany.

 

Amerikanski forsetin, Donald Trump, eru nú farin úr Hvítu Húsunum og í eina tyrlu, sum hevur flogið hann á hernaðarsjúkrahúsið, Walter Reed. Soleiðis, sum viðhefta mynd her niðan fyri vísir, vísti forsetin tummil-upp, tá hann var á veg inn í tyrluna, sum fleyg hann til hernaðarsjúkrahúsið.

Tað vóru tíðindafólk og starvsfólk í Hvítu Húsunum, sum fylgdu honum yvir í tyrluna, men forsetin gav sær ikki stundir at svara spurningum. Sum skilst, tók flogtúrurin bert nakrar fáar minuttir og sambært útlendskum miðlum er forsetin longu komin upp á pláss á sjúkrahúsinum.

Stutt eftir, at forsetin var komin á sjúkrahúsið, legði hann eitt video-brot út á Tvitter, har hann takkaði fyri stóra stuðulin, hann hevur fingið. - Eg haldi, tað gongur ógvuliga væl, men vit skulu syrgja fyri, at alt kemur upp á pláss. Túsund takk. Eg skal ongantíð gloyma hetta, segði Donald Trump millum annað.

Amerikanski forsetin hevði sambært lækna sínum, Sean P. Conley, veik sjúkueyðkenni, nakrar tímar, áðrenn tað varð almannakunngjørt, at hann skuldi flytast á sjúkrahús. Hann var troyttur, men hevði gott mót. Sambært Hvítu Húsunum fer Donald Trump á sjúkrahús fyri at binda um heilan fingur.

- Forsetin fer at arbeiða úr Walter Reed-sjúkrahúsinum teir næstu dagarnar, segði talskvinnan, Kayleigh McEnany. Hon upplýsir yvirfyri amerikanskum miðlum, at Donald Trump hevur verið til arbeiðis í dag.

Sambært Hvítu Húsunum letur Donald Trump ikki valdið frá sær til varaforsetan, soleiðis sum støðan er í løtuni. Tað er forsetin, sum hevur leiðsluna, sigur samskiftiskvinnan í Hvítu Húsunum, Alyssa Farah, við CNN.

##med2##