Loksins bragdaði hjá Skála. Í seinasta dystinum áðrenn summarsteðgin, fekk Skála sín fyrsta sigur í Effo-deildini í ár. Sigurin ber við sær, at Skála nú er ájavnt B68 á níggjunda plássinum.
Harafturat er nýggi Skála venjarin, Pauli Poulsen, enn ósigraður sum venjari fyri Skála. Hann hevur í fyrstu tveimum royndunum fingið 4 stig burturúr.
Tað er eingin ivi um, at sigurin í gjárkvøldið hevur givið Skálamonnum eina vón um, at liðið kann yvirliva í Effo-deildini í ár.
Skála spælir í fyrsta dystinum eftir summarsteðgin á útivølli móti ÍF.









