Her føra forsíðufrúurnar seg fram

Video: Fá brellbita av nýggjari sjónvarpsrøð, har føroysk kvinna hevur ein av høvuðsleiklutunum

Mikukvøldið framsýnir danska sjónvarpsrásin TV3 nýggja sjónvarpsrøð, sum tey kalla Forsíðufrúur.

TV3 fylgir í reality-røðini fimm kvinnum, sum javnan eru at finna á forsíðum í donskum bløðum – serliga litríku vikubløðunum.

Ein av hesum kvinnum er føroyska Gunnvør Dalsgaard, sum eigur tvey børn saman við modellinum Oliver Bjerrehuus. Gunnvør býr í Danmark og hevur verið frammi í donsku miðlunum í sambandi við forholdið við Oliver Bjerrehuus.

Afturat Gunnvør eru eisini Tina Lund, Janni Ree, Sarah Louise Christiansen og Amalie Szigethy við í sendirøðini.

Trýst á pílin í myndini omanfyri og síggj brellbita frá sendirøðini.