Leygardagin handaði Karsten Hansen, landsstýrismaður virðislønir í sambandi við barna-teknikappingina ímóti royking.
Tað er Fólkaheilsuráðið sum skipar fyri og virðislønirnar eru 500 krónur, og tilsamans komu fýrahundrað tekningar úr øllum landinum til kappingina, bæði frá einstaklingum, barnagørðum og skúlaflokkum.
Tá ið Karsten Hansen handaði virðislønirnar, segði hann, at øll, sum høvdu verið við í kappingini høvdu hjálpt honum í arbeiðnum til frama fyri fólkaheilsuna. - Tit hava hjálpt okkum øllum at vera meira frísk.” Landstýrismaðurin nevndi eisini átakið Árgangur 2000 roykfríur, har endamálið er, at byrgja fyri at tey, sum eru fødd í 2000, fara at roykja. Hesi børnini verða eisini nevnd millenium børnini Karsten Hansen kallaði tað átakið fri eina sólskinssøgu. - Tað sær út til, at tey ungu í dag, ætla sær ikki at fara at roykja. Í øllum førum í nógv minni mun enn fyrr. Hetta vísir, at vit kunnu røkka langt, tá ið vit seta okkum stór mál
Á myndini eru tað vinnararnir í teknikappingini saman við landsstýrismanninum. Frá vinstru eru vinnararnir, Vár Norðberg 13 ár, Hvalba, Signhild Johannesen 9 ár, Saltangará og Una Símunardóttir 5 ár, Tórshavn.
|