Her eru úrslitini í Europa League

Liverpool snávaði aftur, meðan donsku meistararnir eru ávegis at spæla seg víðari.

Heili 24 dystir hava verið í Europa League í kvøld. Talan var um 2. umfar í bólkaspælinum.

Liverpool, sum fyri tveimum vikum síðani fekk 1-1-javnleik á útivølli ímóti franska Bordeaux, mátti aftur í kvøld taka til takkar við einum stigi. Aftur hesaferð valdi Brendan Rodgers at spara fleiri profilar, og tað gagnnýtti sveisiska FC Sion. Adam Lallana legði Liverpool á odda longu í 4. minutti, men eitt gott korter seinni javnaði Ebenezer Assifuah til 1-1, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.

Betur gekst hjá donsku meistarunum úr FC Midtjylland, sum í kvøld vann 3-1 á útivølli ímóti Club Brügge. Øll málini komu í seinna hálvleiki. Pione Sisto, Paul Onuachu og Filip Novak syrgdu fyri 3-0-leiðslu áðrenn Thomas Meunier pyntaði um til endaliga úrslitið, 3-1 til FC Midtjylland. Donsku meistararnir hava nú seks stig fyri fyrstu tveir dystirnar og eru javnir á fyrsta plássi við Napoli.

Úrslitini í kvøld vóru hesi:

Celtic – Fenerbahce 2-2
Molde – Ajax 1-1
Liverpool – Sion 1-1
Rubin Kazan – Bordeaux 0-0
Krasnodar – Qabala 2-1
PAOK – Borussia Dortmund 1-1
Club Brugge – FC Midtjylland 1-3
Legia Warzawa – Napoli 0-2
Dimano Minsk – Rapid Wien 0-1
Villarreal – Viktoria Plzen 1-0
Braga – FC Groningen 1-0
Marseille – Liberec 0-1
Lazio – Saint-Etienne 3-2
Rosenborg – Dnipro 0-1
Besiktas - Sporting Lissabon 1-1
Lokomotiv Moskva – Skenderbeu 2-0
Basel – Lech Poznan 2-0
Belenenses – Fiorentina 0-4
Monaco – Tottenham 1-1
Qarabag FK – Anderlecht 1-0
Schalke 04 – Asteras Tripolis 4-0
Sparta Prag – APOEL Nicosia 2-0
AZ Alkmaar – Athletic Bilbao 2-1
Augsburg – Partizan Beograd 1-3