Her eru tríggir stuttligir føroyskir sóttarhaldsfilmar

Andrias Høgenni hevur tikið stig til sóttarhaldsfilmarnar

Sjálvt um tað er ein løgin tíð beint nú, har gerandisdagurin og arbeiðslívið hjá nógvum er fulkomiliga broytt orsakað av korona, so ræður tað um at fáa tað besta burturúr støðuni. Tað hava fleiri filmsfólk í ríkisfelagsskapinum í øllum førum fingið, og tey hava víst, at tað er bara hugflogið, sum setur mørk, tá tað snýr seg um at gera film.

Filmsfólk í Føroyum, Danmark og Grønlandi hava nevniliga seinastu tíðina framleitt stuttar filmar í sínum egna heimi, meðan tey hava verið í sóttarhaldi. 

Tað er føroyski filmsleikstjórin Andrias Høgenni, sum fekk hugskotið at skipa fyri átakinum, sum eitur "Karantænefilmene". Hann og 11 aðrir filmsleikstjórar bjóðaðu hvørjum øðrum av í at gera ein lítlan film við teimum amboðum, mann hevur til taks heima í sínum egna sóttarhaldi uttan at bróta tilmælini frá myndugleikunum.

Allir filmarnir eru nú gjørdir, og tað er áhugavert at síggja, hvat teir ymsu filmsleikstjórarnir hava fingið burturúr.

Úr rúgvuni eru tríggir føroyskir filmar, og tú kanst síggja teir niðan fyri her. 

Andrias Høgenni gjørdi fyrsta filmin, sum snýr seg um ein ungan mann, sum er komin í fíggjarligar trupulleikar, og í tí sambandi ringir hann til fólk og biðir um hjálp. Vit fylgja desperata unga manninum á Facebook og síggja hann, meðan hann tosar í videosamrøðu.

<iframe src="https://www.facebook.com/plugins/video.php?href=https%3A%2F%2Fwww.facebook.com%2Fkarantaenefilmene%2Fvideos%2F3050468161738421%2F&amp;show_text=0&amp;width=560" width="560" height="350" style="border:none;overflow:hidden" scrolling="no" frameborder="0" allowtransparency="true" allowfullscreen="true"></iframe>

Jónfinn Stenberg og Guðrið Poulsen hava gjørt ein herligan film um eina kvinnu, sum skal skriva eini boð út til sínar kundar. Men tað gongur ikki heilt, sum hon ætlar, tí barnið hjá henni blívur við at forstýra í bakgrundini.

<iframe src="https://www.facebook.com/plugins/video.php?href=https%3A%2F%2Fwww.facebook.com%2Fkarantaenefilmene%2Fvideos%2F708448453260551%2F&amp;show_text=0&amp;width=560" width="560" height="315" style="border:none;overflow:hidden" scrolling="no" frameborder="0" allowtransparency="true" allowfullscreen="true"></iframe>

Anfinnur Heinesen og Birita Adela hava gjørt ein film um ein tónleikara, sum fer at stroyma korona-konsert uttandura. Hann fegnast um koronastøðuna, tí smittan fær tað besta fram í okkum menniskjum. Men tað vísir seg so ikki at passa.

<iframe src="https://www.facebook.com/plugins/video.php?href=https%3A%2F%2Fwww.facebook.com%2Fkarantaenefilmene%2Fvideos%2F257168865465847%2F&amp;show_text=0&amp;width=560" width="560" height="315" style="border:none;overflow:hidden" scrolling="no" frameborder="0" allowtransparency="true" allowfullscreen="true"></iframe>

Tú kanst síggja allar 13 sóttarhaldsfilmarnar HER.