Profilurin: Christian Høgni Jacobsen
Eftir fýra umfør hevði NSÍ eitt stig, men Christian Høgni Jacobsen hevði longu tá skorað trý mál og vísti tekin uppá, at hetta kundi gerast eitt spennandi kappingarár fyri hann. Christian Høgni var millum málskjúttarnar, tá NSÍ byrjaði sína sigursrøð. Tað var ímóti AB í Runavík. Síðani skoraði hann bæði málini í 2-1 sigrinum á EB/Streymi við Margáir. Á Toftum dystin eftir var hann aftur á blettinum tvær ferðir. Síðani skoraði Christian Høgni ikki í fýra dystum, men spældi avbera væl og legði upp til fleiri mál. Millum annað spældi hann væl í 5-3 sigrinum í Fuglafirði. Í Gøtu var Christian Høgni aftur millum málskjúttarnar við tveimum málum. Á eystanstevnu var oddabrak, tá HB kom á vitjan. Fyrst umsetti Christian Høgni brotsspark til mál og tveir minuttir fyri tíð avgjørdi hann oddabrakið til fyrimuns fyri NSÍ.
Christian Høgni hevur sostatt skorað 12 mál í 14 dystum og er langt fremst á toppskoraralistanum. Teir næstu hava bara skorað seks mál, sum er helmingurin av tí Christian Høgni hevur skorað. Hann hevur higartil spælt í 1.252 minuttir og tað merkir, at Christian Høgni hevur skorað eitt mál fyri hvørjar 104 minuttir hann hevur verið á vøllinum.
Yvurraskilsið: ÍF
ÍF hevur havt eitt framúr kappingarár higartil, sum millum annað hevur bjóðað uppá eina spennandi hálvfinaluni í steypakappingini og eina viku á fyrsta plássinum. Kappingarárið byrjaði í Runavík við einum nógv umtalaðum dysti, tá dómarin valdi at steðga dystinum, tí tað fór at kava. Tá var ÍF aftan fyri 1-0, men í nýggja dystinum vann ÍF 2-1. Hatta var einasti sigur hjá ÍF fram til sætta umfar, men so kom eisini ferð á. Teir vunnu fýra dystir upp í slag, áðrenn teir sum oddalið tóku ímóti NSÍ í Fuglafirði eitt minniligt fríggjakvøld. Síðani hevur ÍF ikki verið støðugt í sínum avrikum og eitt 5-0 tap fyri B36 og ein 4-4 javnleikur ímóti 10 argjamonnum hevur sett síni spor á stigatalvuna. ÍF spælir til tíðir sum eitt oddalið, men avrikini hava verið ov óstøðug. ÍF heldur summarferiu á einum triðja plássi og við einum atgongumerki til steypafinaluna á Summarfestivalinum. Avgjørt góðkent fyri fuglfirðingar.
Mest óvæntaða úrslit: FC Suuroy - HB 4-4
Í fyrsta umfarinum í landskappingini í ár, komu uppflytararnir á vitjan hjá Føroyameistaranum HB. Ongin kundi rættuliga siga, á hvørjum støði FC Suðuroy var á, men tað gjørdist skjótt greitt, at HB ikki fór at fáa tað lætt hendan váta dagin í Gundadali. Fýra ferðir legði FC Suðuroy seg á odda í Gundadali, men hvørja ferð megnaði HB at svara aftur. Serliga súrt var tað fyri uppflytararnar, tá HB einar sjey minuttir inni í tíðini, sum dómarin hevði lagt aftrat, javnaði eftir horna. Úrslitið legði lunnar undir eina góða byrjan hjá FC Suðuroy, sum tó ikki hevur staðið við. Millum góðu leikararnar hjá FC Suðuroy hendan dagin vóru liðskiparin Palli Augustinussen, Jón Krosslá Poulsen og nýggi framherjin, Obi Charles.
Vónbrotið: Víkingur
Víkingur vann í fjør steypakappingina og bronsu í landskappingini, men í ár hevur ikki gingið eins væl. Víkingur mátti lúta fyri grannanum úr Fuglafirði í steypakappingini og í landskappingini liggja teir nummar seks, 11 stig frá oddinum. Fleiri spáddu undan kappingarárinum í ár, at Víkingur kundi bjóða av í stríðnum um FM, men tað hevur ikki eydnast. Ein av orsøkinum kann vera, at Víkingur saknar Andreas Lava Olsen meira, enn teir vantaðu at teir fóru at gera. Eisini toppskjýttin frá í fjør, Finnur Justinussen, tykist hava trupulleikar í álopspartinum uttan Lava mannin. Bæði B36 og EB/Streymur hava havt síni ringu tíðarskeið, men eru so smátt við at koma seg aftur. Tað kann Víkingur eisini, tí enn er langt á mál í landskappingini.
Besti dysturin: ÍF - NSÍ 3-5
Tað hava verið fleiri góðir og málríkir dystir í ár, men ein dystur stendur eftir sum tann besti, nevniliga dysturin millum ÍF og NSÍ í Fuglafirði. Tað var fríggjakvøldið 28. mai, at ÍF sum oddalið í Vodafonedeildini tók ímóti NSÍ, sum lá á einum triðja plássi. Dysturin byrjaði við at Nenad Saric legði ÍF á odda longu eftir tveir minuttir. Síðani javnaði NSÍ, áðrenn ÍF kom upp á 3-1. Tá hildu tey flestu, at ÍF hevði tryggjað sær enn eitt vikuskifti sum oddalið. Men tá gjørdi Pauli Poulsen, venjari hjá NSÍ, ein tvífalda útskifting. Teir, ið komu inn vóru Debes Danielsen og Károly Potemkin. Debes gjørdi um seg beinanvegin og minkaði um munin. Síðani javnaði Justinius R. Hansen og løtu seinni legði Jann Ingi Petersen NSÍ á odda. Í evstu løtu staðfesti Károly Potemkin sigurin.
Dysturin helt fram eftir at dómarin, Eiler Rasmussen, hevði bríkslað fyri seinastu ferð. Tað endaði við at Poul og Kaj Ennigarð og Karoly Potemkin fingu reytt kort. Dysturin hevði alt: gott spæl, nógv at spæla um, dramatikk og ikki minst nógv mál.