Her eru teir bestu jólafilmarnir

Filmsummælarar fagna sjáldan jólafilmum, sum heldur ikki vinna virðislønir serliga ofta. Kortini eru jólafilmar sera væl umtóktir, og nógvum dáma sera væl at síggja teir somu jólafilmarnar, sum altíð enda væl, hvørji jól.

 

 

 

Nógvir listar eru yvir teir bestu jólafilmarnar, sum eru gjørdir. Listarnir eru ikki heilt líka, men fleiri filmar ganga aftur á teimum øllum. Talan er um bæði stuttligar og rørandi filmar, og fleiri gamlir filmar eru á listunum.

 

 

 

It´s a Wonderful Life

Hesin filmurin, sum er á øllum listum yvir teir bestu jólafilmarnar, kom út fyri meira enn 70 árum síðani. Hann er um ein eingil, ið verður sendur av himli at hjálpa einum ráðaleysum manni í sjálvmorðstonkum og vísa honum, hvussu lívið hevði verið, um hann ongantíð hevði verið til. 

 

 

Miracle on 34th Street

Eisini hesin filmurin, sum er frá 1947, verður hildin at vera millum bestu jólafilmarnar nakrantíð. Hann er um ein ungan sakførara, ið átekur sær at verja ein gamlan mann í rættinum. Gamli maðurin verður innlagdur á sinnissjúkrahús, tí hann vil vera við, at hann er jólamaðurin. Í rættinum roynir ungi sakførarin at sannføra dómaran um, at gamli maðurin veruliga er jólamaðurin. 

 

 

A Christmas Carol

Filmurin byggir á eina stuttsøgu hjá Charles Dickens frá 1843 um tann illa lýdda Scrooge, sum hatar jólini og alt tað, sum tey umboða. Jólanátt koma tríggir andar úr fortíðini, nútíðini og framtíðini til Scrooge og geva honum ein seinasta møguleika at broyta atburð. Stuttsøgan er lagað til film fleiri ferðir. Tann nýggjasti er frá 2009. 

 

 

Love Actually

Eisini jólaskemtifilmurin Love Actually frá 2003 er á flestu listum yvir teir bestu jólafilmarnar. Ein røð av fremstu bretsku sjónleikarunum eru við í filminum. Teirra millum eru Hugh Grant, Keira Knightley, Liam Neeson og Emma Thompson. Filmurin snýr seg um lívið hjá átta sera ymiskum pørum, sum øll dragast við ymiskar trupulleikar við kærleikslívinum. 

 

 

The Santa Clause

Skemtifilmurin, sum kom út í 1994, er um tann fráskilda Scott Calvin, ið er sera misnøgdur við, at fyrrverandi kona hansara ikki hevur fortalt fyri seks ára gamla soni teirra, at jólamaðurin er ikki til. Av óvart verður Calvin atvoldin til, at jólamaðurin dettur av tekjuni og doyr. So er ikki annað at gera hjá Calvin enn at lata seg í jólamansklæðini og yvirtaka skyldurnar hjá jólamanninum.


 

 

Elf 

Elf er ein skemtifilmur frá 2003 um mannin Buddy, ið er uppvaksin hjá vættrunum hjá jólamanninum á Norðpólinum. Hóast Buddy er nógvar ferðir størri enn hinar vættrarnar, so er hann sannførdur um, at hann er ein vættur. Men so verður hann sendur til New York at leita eftir pápa sínum. Pápin er á listanum hjá jólamanninum yvir tey, sum ikki skikka sær serliga væl. 

 

 

 

The Polar Express

Hetta er søgan um ein smádrong, sum so fegin vil trúgva upp á jólamannin. Eina náttina stígur hann inn í eitt gandatok, og saman við fleiri øðrum børnum fer hann á eina spennandi og læruríka ferð til jólamannin á Norðpólinum, har hann lærir nógv um seg sjálvan, vinalag og dirvi. Filmurin kom út í 2004.

 

 

 

Home Alone       

Filmurin er um tann átta ára gamla Kevin McCallister, sum verður gloymdur eftir við hús í jólafrítíðini. Meðan ótolandi familjan hjá Kevin heldur jól í París, er Kevin einsamallur heima, har hann við alskyns snildum roynir at reka tveir innbrotstjóvar út úr húsunum. Home Alone filmarnir eru fimm í tali, men tann fyrsti, sum er frá 1990, verður mettur at vera tann besti.

 

 

 

Bad Santa

Filmurin, sum er frá 2003, er um ein illavorðnan fuppmakara, ið letst
at vera jólamaðurin. Saman við einum vinmanni leggur hann ætlanir um at bróta inn
í eina keypsmiðstøð jólaaftan. Teir koma sær í trupulleikar, tá teir koma í samband við ein smádrong, og ein trygdarvørður fær frænir av innbrotsætlanunum. 

 

 

 

National Lampoon´s Christmas Vacation

Ongi jól uttan tann altíð óhepna Clark Griswold og tolnu familju hansara. Sum altíð enda víðfevndu ætlanirnar hjá Griswold familjuni um eini stór familjujól í ruðuleika. Í triðja Griswold filminum, ið er frá 1989 og verður hildin at vera tann besti, hevur Clark gjørt av at halda jól heima. Men einki gongur sum ætlað.