Íslendska FH Hafnarfjørður vann í gjár 2-0 ímóti Víkingi á Tórsvølli í 2. undankappingarumfari til Champions League. Fyrri dysturin ímillum liðini endaði 1-1, og harvið er FH víðari við einum samanløgdum sigri á 3-1.
Í sjónbandabrotinum omanfyri ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum í gjárkvøldi. Sum heild hevði FH leikliga yvirvág og skapti teir størru málmøguleikarnar. Víkingur stóð hinvegin langt afturi á vøllinum og royndi at verja ein javnleik heim. Av tí sama vóru víkingarnir ikki nakað serliga vandamiklir frammanfyri málinum hjá føroyska landsliðsmálverjanum, Gunnari Nielsen, ið spælir við FH.