Her eru sethúsaprísirnir hækkaðir meiri enn eina millión

Prísurin er meiri enn tvífaldaður upp á fimm ár

Eysturoyartunnilin verður eitt risa framstig fyri samferðsluna í Føroyum. Men einki er so gott, at tað ikki er ringt fyri okkurt. Og ein avleiðing av Eysturoyartunlinum er, at hann hevur trýst sethúsaprísirnir í Eysturoynni upp í loft, vísir ein greinin hjá Betri Banka.

– Í økinum við tunnilsmunnarnar í Eysturoy, eru sethúsaprísirnir hækkaðir 31 prosent hetta seinasta árið og hesi seinastu árini eru prísirnir meiri enn tvífaldaðir, sigur Betri. Tað merkir, at prísirnir eru hækkaðir meiri enn eina millión í miðal.

Í miðal er sethúsaprísurin í hesum økinum næstan 650.000 krónur hægri enn aðrastaðni í Eysturoynni og orsøkin er helst at áhugin at búgva tætt við Eysturoyartunnilin, er nógv vaksin.
Tað merkir eisini, at í hesum økinum er bústaðarbyrðan eisini vaksin nógv hetta seinasta árið. Bústaðarbyrðan er tann prosentparturin av inntøkuni hjá einum pari við tveimum børnum, sum krevst fyri fíggja ein bústað.
– Bústaðarbyrðan er farin úr 17 prosentum í 2019, upp í 23 prosent í ár. Tað merkir, at í miðal fara 23 prosent av inntøkuni, eftir skatt, til at fíggja ein bústað í økinum. Til samanberingar fara í miðal 16 prosent av inntøkuni til at fíggja ein bústað í Eysturoynni sum heild.   

– Kristine Ellingsgaard, leiðari hjá Betri Banka í Saltangará, sigur at gongdin er natúrlig, tí Eysturoyartunnilin ger tað meira lokkandi at seta búgv í Eysturoynni.

– Eftirspurningurin verður størri og størri frá fólkum í øllum landinum. Miðalprísurin fyri eini hús tætt við Eysturoyartunnilin er kortini framvegis nógv lægri enn í Tórshavn, men tá ið koyritíðin úr Havn til Runavíkar verður stytt niður í 16 minuttir, sigur tað seg sjálvt, at tað kann verða lokkandi fyri fleiri fólk, sigur Kristine Ellingsgaard.