Her eru ársins áleyparar

Fótbóltsgalla 2018: NSÍ og HB áttu bestu áleypararnar hetta kappingarárið.

Nú eru ársins áleyparar eisini kosnir á Fótbóltsgalla 2018, sum Miðlahúsið og FM1 skipa fyri í samstarvi við Fótbóltssamband Føroya.


Teir tilnevndu hjá monnum vóru: Kaimar Saag (B36), Klæmint A. Olsen (NSÍ) og Sonny Jakobsen (07 Vestur) og hjá kvinnum: Evy á Lakjuni (KÍ), Heidi Sevdal (HB) og Milja R. Simonsen (HB).

 

Hjá monnum bleiv málrevurin hjá NSÍ, Klæmint A. Olsen, kosin til besta áleypara, og hjá kvinnum bleiv Heidi Sevdal hjá HB kosin ársins áleypari.


Klæmint A. Olsen hevur skeyt 13 mál í Betrideildini í ár. Heidi Sevdal skeyt heili 23 mál og gjørdist eisini toppskjútti í Betrideildini hjá kvinnum.