Fyri løtu síðani vóru Ársins Leiðarar 2017 kosnir. Tað er Synergi, sum skipar fyri og leiðararnir vórðu valdir á tiltaki á Hotel Føroyum í dag.
Ársins privati leiðari er Johannes Jensen stjóri í Gist og Vist og ársins almenni leiðari er Edvard Heen, stjóri í almannaverkinum.
Hetta er trettanda árið á rað, at Ársins Leiðarar verða kosnir í Føroyum og fyrireikararnir siga, at hetta er tignarligasti heiðurin, ið verður latin føroyskum leiðarum.
Dómsnevndin heldur, at Johannes Jensen hevur, við áræði og nýhugsan, flutt føroysku hotel- og matstovuvinnuna upp á eitt høgt altjóða stig.
– Johannes hevur við sínum brennandi vilja fyri menning og góðsku uppbygt eina stóra fyritøku, sum er væl rikin og áhaldandi í vøkstri.
– Johannes hevur á sín miðvísa og sermerkta hátt ment fyritøkuna, og hevur ikki bara sett Føroyar á heimskortið í sínari vinnugrein, men heilt fram í fremstu røð í altjóða høpi.
– Johannes er ein fyrimynd á sínum øki, og hansara úrslit prógva, at hann á sín egna og fynduga hátt ger hugskot til veruleika.
Um ársins almenna leiðara, Edvard Heen, sigur dómsnevndin, at hann hevur, við áræði og nýhugsan, skapt gjøgnumskygni í stóra Almannaverkinum.
– Hann hevur, hóast avmarkaðar karmar, megnað at lyft støðið og nútímansgjørt henda stóra stovn.
– Edvard er við sínum vinaliga, fyrikomandi og lætta lyndi, ein góður stjóri, og hann dugir væl at skapa eitt gott arbeiðspláss fyri síni starvsfólk. Starvsfólk, sum hava samband við eitt stórt tal av borgarum.
– Edvard er sjónligur á ein virðiligan hátt, hevur lætt við at tosa við starvsfólk og viðskiftafólk, og hann er eitt gott umboð fyri henda so týdningarmikla stovn.
– Edvard er jarðbundin, og við sínum róliga lyndi stýrir hann Almannaverkinum á ein tryggan hátt uttan hóvasták.
Í uppskoti at gerast Ársins Leiðari 2017 vóru:
Ársins almenni leiðari:
Edvard Heen, Almannaverkið
Hedvig Johannsdóttir, Dugni
Hilmar Eliasen, Strandferðslan
Ársins privati leiðari:
Frimodt Rasmussen, Klaksvíkar sleipistøð
Johannes Jensen, Gist og Vist
Rógvi Róin, Petur Larsen
Í dómsnevndini ahava sitið Annika Sølvará, Granskingarráðið, Eyðun Mørkøre, TAKS og Johanna á Bergi, Atlantsflog.









