Her eru nøkur minningarorð

Her eru nøkur minningarorð um mín allarbesta abba, Asaf Olsen. f. 13. juni 1927 ? d. 9. apríl 2005

Tað var keðiligt at hoyra hesi boðini, at tú mín elskaði abbi also ikki er ímillum okkum meira.

Men lívið, tað sleppa vit tíbetur ikki at bestemma yvir. Alt virkar nú so tómt fyri okkum, sum sita eftir hjá Oslu-ommu. Eg eri elsta abbabarn av 5 abbabørnum.

Altíð var tað abbi, sum gjørdi alt so spennandi, hann elskaði at beistast, leggja kabal, og at spæla kort. Ongantíð var tað, at tú fekst eitt nei, og altíð var tað Olsen.
Tað var ongantíð at tú fekk eitt nei frá Ajabba, ája, tá eg var yngri, segði eg Ajabbi, og tað vóru nógv, sum kallaðu hann tað.

Og tá eg manglaði bil, ja so var tú tann fyrsti at traðka til, og spurdi altíð nær skal eg koma aftur eftir tær.

Abbi var av eini bóndaætt, og tað var ordiliga ofta, at vit vóru við at hjálpa honum. Og tá hann so skuldi avlíva seyðir, segði abbi altíð, at vit skuldu vera úti.

Abbi var altíð so hjálpsamur, og tað kann eg bara siga 100% ja til. Tá eg var har úti og vitjaði, var tað ongantíð at man føldi seg illa.

Ná, men eg endi her við at siga "hvíl í friði" við minni um okkara góða abba, nú siti eg bara býtt, spyrjandi hví?

Og omma, nú hevur abbi tað gott, góða. Friður veri við minninum um okkara elskaða Ajabba.

Eg gleði meg at møta tær aftur uppi hjá Jesusi. Eg elski teg abbi, líka nógv elski eg Oslu-ommu.


Harrin Gud sigur:

Óttast ikki, eri við tær,
ver ikki mótfallin, eg eri tín Guð,
Eg styrki og hjálpi tær og haldi tær uppi,
við míni rættvísu hond.

Heilsan

Anja í Lambanum