Landsstýriskvinnan í heilsu- og innlendismálum, Sirið Stenberg, hevur nú sett stjórarnar fyri tey trý sjúkrahúsini.
Steinar Eirikstoft er settir í starv sum forstjóri fyri Sjúkrahúsverkið og sum nýggjur stjóri á Landssjúkrahúsinum, Alexandru á Dul er nýggjur stjóri fyri sjúkrahúsverkið og Klaksvíkar Sjúkrahús og Hans Paula Henryson er stjóri fyri sjúkrahúsverkið og Suðuroyar Sjúkrahús.
##med2##
Steinar Eirikstoft er 37 ára gamal, sivilverkfrøðingur í elektronikki, framleiðslu og leiðslu á Danmarks Tekniske Universitet, umframt at hann hevur HD 2. part í skipanarfrøði á Copenhagen Business School.
Steinar hevur hollar royndir í heilivágsídnaðinum, harav átta ár í leiðslu bæði frá Novo Nordisk og frá Xellia Pharmaceuticals, har hann hevur verið leiðari og stjóri síðani november 2014.
Steinar Eirikstoft tekur við starvinum 1. september 2019.
Alexandra á Dul er 38 ára gomul, bachelor í heimspeki og búskapi og cand. merc. í human resource management og búskapi frá Copenhagen Business School. Alexandra hevur hollar royndir í strategiskari menning á HR-økinum, har hon arbeiddi hjá heilivágsfyritøkuni, Biofac, í seks ár við at uppraðfesta førleikar og kapasitetin í virkseminum. Seinasta árið hevur Alexandra verið ráðgevari í leiðslu og organisatión í Tórshavnar kommunu.
Alexandra tekur við starvinum 1. august 2019.
Hans Pauli Henryson er 56 ára gamal, skipsførari á Føroya Sjómansskúla. Hans Pauli hevur drúgvar leiðsluroyndir frá privata arbeiðsmarknaðinum. Hann hevur næstan 20 ára royndir hjá A.P. Møller-Mærsk, har hann var skipari í altjóða sigling í 10 ár. Eisini hevur hann arbeitt á landi bæði í Danmark og í øðrum londum við eftirliti í sambandi við skipabygging. Síðani 2011 hevur Hans Pauli starvast hjá Skansi Offshore, har hann hevur verið skipari og havt eftirlit við nýbygningum.
Hans Pauli tekur við starvinum 1. august 2019.