Heili 102 lið eru við í lutakastinum til fyrsta undanumfar í Europa League. Fyri at gera lutakastið lættari og smidligari hevur UEFA koyrt liðini í ymsar bólkar, so at tað er avmarkað, hvørji lið kunnu spæla ímóti hvørjum øðrum. Tey trý føroysku feløgini hava øll fimm møgulig mótstøðulið undan lutakastinum, sum verður klokkan 12.
Hetta eru møguligu mótstøðuliðini hjá HB:
Ferencvárosi TC úr Ungarn
FK Trakai úr Litava
VPS Vaasa úr Finnlandi
Cork City FC úr Írlandi
KF Laçi úr Albania
Hetta eru møguligu mótstøðuliðini hjá Víkingi:
FH Hafnarfjördur úr Íslandi
FC Differdange 03 úr Luxembourg
Rosenborg BK úr Norra
FC Shakhtyor Soligorsk úr Bulgaria
Aberdeen FC Skotlandi
Hetta eru møguligu mótstøðuliðini hjá NSÍ:
IF Elfsborg úr Svøríki
Brøndby IF úr Danmark
Saint Patrick's Athletic FC úr Írlandi
Linfield FC úr Norðurírlandi
FK Vojvodina úr Serbia
Lutakastið verður klokkan 12, og verður tað stroymað á heimasíðuni hjá UEFA. Fylg lutakastinum her.