1.deildar dysturin í Klaksvík í dag millum KÍ og FC Suðuroy endaði við 1-1 javnleiki.
Tað sá annars leingi út til at FC Suðuroy skuldi strúka avstað við øllum trimum stigunum, men í evstu løtu eydnaðist tað KÍ at tryggja sær tað eina stigið.
Eina stigið munar tó lítið, tá KÍ framvegis hevur trý stig upp til niðurflytingarstrikuna, meðan tað bert resta tvey umfør í deildini.
FC Suðuroy kappast í hinum endanum við 07 Vestur um uppflyting til Effo-deildina. Við einum sigri í dag vildi FC Suðuroy lagt seg undir liðuna á 07 Vestur.
07 Vestur er tvey stig frammanfyri FC Suðuroy, nú bert tvey umfør eru eftir.
Tað er Jóhan Thomsen, ið eigur upptøkurnar frá dystinum.










