Í morgun boðaði Lizette Risgaard frá, at hon leggur frá sær sum forkvinna í Fabbevægelsens Hovedorganisation (FH).
Tað hendir fáar dagar eftir, at átta mans í Ekstra Bladet og Berlingske hava lagt Lizettu Risgaard undir at hava fara um mark, soleiðis sum hon hevur uppført seg. Lizette Risgaard hevur biðið um umbering, um onkur hevur kent seg særdan av framferð hennara.
Her eru nakrar av ákærunum ímóti henni:
* Fleir menn, sum stíga fram, hava verið í starvi í FH, meðan hendingarnar eru farnar fram. Teir greiða frá støðum í festligum lag,men eisini í sambandi við arbeiðið.
* Ekstra Bladet og Berlingske hava vita ummm tíggju støður. Menninir eru ónevndir.
* Ein maður var úti fyri til eitt jólaborðhald í 2016, at hann Lizette Risgaard hevði eina »tydeligt irriteret attitude«, tí hann ikki vildi dansa tætt. Til Lønmodtagernes Topmøde í 2021 sigur ein maður, at hann varð »klappaður á reyvina« tríggjar ferðir, tá tey klemmaðust.
* Ein annar maður sigur frá hendingum í sambandi við fólkatingsvalið í 2019. Undir einum sangi rykti Lizette Risgaard sambært manninum hondina longri og longri niður eftir ryggi hansara, til hondin endaði á rumpuni.
* Ein triði maður greiða frá hending undir koronukreppuni, har hann møtti upp á næstan manntómari skrivstovu. Her hitti hann Lizette Risgaard. Tey heilsaðust, og sambært manninum kíndi hon honum spakuliga eftir rygginum. Ikki heilt niður til rumpuna, men nóg nær til at hann føldi seg illa.
* Ein fjórði maður greiðir frá hending við eitt fakligt tiltak í 2018. Hann merkti eina løtu hondina hjá Lizettu aftanfyri.
* Ein fimti maður hevur upplivað hending undir Fólkafundinum í 2019. Undir einum felagssangi merkti maðurin hondina hjá Lizettu aftanfyri, síðani gleið hon longur og longur niður og endaði á rumpuni hjá honum. Sambært manninum var hondin har í fleiri minuttir. Til eitt annað tiltak í 2021 upplivdi sami maður, at hon krámaði.
* Harumframt hava miðlarnir tosað við tríggjar aðrar menn, sum greiða frá líknandi hendingum.
Keldur: Ekstra Bladet og Berlingske.
/ritzau/