Seinasti dystur í 17. umfari í EFFO-deildini varð spældur mánakvøldið, tá ÍF og Víkingur brustu saman í Fløtugerði í Fuglafirði.
Tú kanst síggja málini við at trýsta á pílin á myndini
Fyrsti dystur varð annars spældur leygardagin, tá Skála vann 1-0 á B68, meðan tríggir dystir vórður spældir sunnudagin. AB vann á HB, EB/Streymur vann á B36, meðan KÍ og NSÍ spældu javnleik.
Í FSF Varpinum ber til at síggja tey 13 málini, ið vórðu skoraði farna umfar.