EB/Streymur tók í kvøld tey flestu á bóli. Liðið úr Sundalagnum, ið hevur havt óvanliga stóra frágongd frá stórum profilum, verður mett til at verða millum liðini í ár, ið koma at fáa tað trupult. Tí vóru verandi føroyameistarnir úr B36 stórir favorittar undan dystinum í kvøld.
Men við frálíkum stríðsvilja og hugburði, fekk EB/Streymur í kvøld javnleik móti B36 á Tórsvølli. Vóru sundalagsmenn hepnir, kundu teir væl farið av Tórsvølli við øllum trimum stigunum.
Her ber til at síggja samandrátt, sum heimasíðan hjá kringvarpinum hevur lagt út.
B36 – EB/Streymur 1-1 (0-1)
0-1 Leif Niclasen
1-1 Ibrahima Camara








