Føroyska U-19 landsliðið fekk í gjár eina frálíka byrjan uppá EM-undankappingina, sum í hesum døgum verður spæld í Montenegro.
Heldur óvæntað vunnu teir fyrsta dystin í undankappingini ímóti vertunum úr Montenegro við 2-1, eftir at Montenegro annars hevði verið á odda 1-0 í hálvleikinum.
Føroyar javnaðu tíðliga í seinna hálvleiki, tá Hannes Agnarsson skoraði fyri Føroyar, og ein hálvan tíma fyri leiklok legði David Muller Føroyar á odda 2-1, sum eisini varð endaliga úrslitið av dystinum.
Omanfyri ber til at síggja málini frá dystinum hjá U-19 landsliðnum millum Montenegro og Føroyar.