B36 spældi í dag fyrru uppgerðina í Europa League kappingini móti estlendska Nomme Kalju.
Dysturin, ið varð spældur í Tallinn í Estlandi, endaði við einum 2-1 sigri til heimaliðið, Nomme Kalju, eftir at heimaliðið hevði verið á odda 1-0 í hálvleikinum.
Málskjútti hjá B36 var áleyparin, Patrik Johannesen, ið skoraði við góðum vinstrabeinsskotið. Í seinna hálvleiki skuldi B36 havt fingið eitt mál afturat, tá innskifti Hannes Agnarsson hevði ein risa málmøguleika, sum hann tó misnýtti.
Omanfyri ber til at síggja samandrátt frá dystinum millum Nomme Kalju og B36 frá fyrr í dag.









