Felagsskapurin Transparency International gevur á hvørjum ári út eitt korruptiónsindeks.
Her verður mett um støðið av mutri í almenna geiranum í 180 londum.
Uppgerðin byggir á dátur úr spurnarskema frá altjóða handilsfólkum.
Tey verða spurd um, hvussu tey uppliva støðið á mutri í einstøku l,ondunum.
Tað snýr seg millum annað um mutur, nýtslu av almennum embætum til egnan vinning og nepotismu í embætisverkinum.
Her eru londini, sum klára seg ávikavist best og ringast í uppgerðini.'
Londini fáa stig frá 1 til 100. Jú hægri tal, jú minni mutur verður mett at vera í landinum.
*Topp 10:
Danmark, 90.
Finnland, 87.
New Zealand, 85.
Noreg, 84.
Singapore, 83.
Svøríki, 82.
Sveis, 82.
Holland, 79.
Týskland, 78.
Luxemburg, 78.
* Botnur 10:
Somalia, 11.
Venezuela, 13.
Sýria, 13.
Suðursudan, 13.
Yemen, 16.
Nicaragua, 17.
Norðurkorea, 17.
Haiti, 17.
Ekvatorialguinea, 17.
Turkmenistan, 18.
Kelda: Transparency International.
/ritzau/
<div class="transparencyEmbed" data-year="2023"></div><script src="https://transparency.org/assets/dist/embed-generator.js"></script>