ES-nevndarforkvinnan, Ursula von der Leyen, helt í dag røðu við árligu State og the Union-røðuna um avrinkini hjá ES higartil, og um hvør kósin er í framyvir og upp til ES valið um níggju mánaðir.
Her er eitt yvirlit yvir høvuðsevnini í røðuni.
1. ES víðkanin – fleiri lond skulu inn í samveldið
* Von der Leyen tosaði nógv um, at ES skal vera eitt geopolitiskt samveldi við meira enn 30 limalondum, sum í framtíðini skal fevna um 500 milliónir fólk.
* Í løtuni fevnir ES um 450 milliónir fólk.
* Átta lond hava longu støðu sum umsøkjaralond. Umframt Ukraina eru tey: Turkaland, Albania, Bosnia-Hercegovina, Moldova, Montenegro, Norðurmakedonia og Serbia.
2. Ídnaður og grøn umlegging.
* Til tess at stuðla ídnaðinum vil ES nevndin frá hesum mánaðinum halda fleiri fundir um grøna umlegging í ymsum ídnaðum.
* Nevndarforkvinnan segði, at kjarnumálið er at stuðla einum øllum geirum at byggja forrætingsmodel fyri grøna umlegging.
* Við stuðuli til ídnaðin fylgir eisini ein »pakki« til vindídnaðin, sum skal syrgja fyri skjótari goðkenningum og bøttari útboðsskipan fyri vindorku í ES.
3. Kanningar um ríkisstuðul til elbilar í Kina.
* Við eini kanning verður hugt nærri eftir, um kinesisk bilmerki fáa ríkisstuðul, tá tað snýr seg um útflutning av elbilum.
* Sambært Ursulu von der Leyn floyma bíligir elbilar úr kina inn á marknaðirnar, og prísurin verður hildin lágur við stuðuli.
4. Alheims regulering av vitlíki.
* Ynski var eisini um alheims regulering, so tøknin mennir seg »forsvarliga«.
5. Nýggjar handilsavtalur.
* Nevndarforkvinnan segði, at tað verður miðjað eftir at fáa handilsavtalur upp á pláss við Avstralia, Mexico og Mercosur-londini, sum fevna um Brasilia, Argentina, Paraguay og Uruguay, fyri árslok.
* Síðani snýr tað seg um avtalur við India og Indonesia.
6. Von der Leyen til Danmarkar.
* Ursula von der Leyen kemur til Danmarkar í morgin fyri at tosa um grøna umlegging, kappingarevni og at doypa eitt nýtt grønt Mærsk-bingjskip.
/ritzau/