Her eru heimsins virðismiklastu bilmerki

Volkswagen stúrtdúkkar í virði, meðan eitt nú BMW, Nissan og Porsce busa fram – men eru tó langt aftan fyri heimsins virðismesta bilmerki

 

Tað er japanski bilrisin, Toyota, sum enn einaferð hevur tryggjað sær plássið sum heimsins virðismiklasta bilmerki. Tað vísir árliga kanningin frá ráðgevingarfelagnum Interbrand, Best Global Brands 2015.

 

Vørumerkjavirðið hjá Toyota er økt heili 16 prosent seinasta árið og er nú 336 milliardir krónur, sum setir Toyota á sætta plássið av øllum heimsins vørumerkjum – aftan fyri fleiri KT fyritøkur sum Apple, Google, Microsoft og IBM – og Coca Cola.

 

Hinvegin vísir kanningin, at japanski bilframleiðarin er framan fyri fleiri mastodontar á altjóða marknaðinum sum eitt nú H&M, McDonalds og Facebook.

 

Hyggja vit bara eftir bilmerkjum, klárar Toyota seg treytaleyst best í kanningini. Men nøkur av teimum smærru bilmerkjunum, sum ikki hava eins stórt virði, ganga tó nógv fram í kannignini í ár í mun til í fjør. Til dømis fer Nissan fram við 19 prosentum, meðan luksusmerki sum Porsche og Land Rover vaksa í virði við ávikavist 12 og 14 prosentum.

 

Millum tey tíggju virðismiklastu bilmerkini er Volkswagen tað einasta, sum gongur aftur í mun til í fjør. Níggju prosent av virðinum hjá felagnum er mist seinasta árið.

 

Her eru heimsins virðismiklastu bilmerki

Merki

Menning

Virði (mia. kr.)

1. Toyota

16%

336

2. BMW

9%

255

3. Mercedes Benz

7%

251

4. Honda

6%

157

5. Volkswagen

-9%

86

6. Ford

6%

79

7. Hyundai

8%

77

8. Audi

5%

71

9. Nissan

19%

62

10. Porsche

12%

55