Her eru hálvfinalurnar í Champions League

Lutakast: Talan verður um tvær ótrúliga spennandi hálvfinalur í Champions League

Barcelona – Bayern Munchen og Juventus - Real Madrid. Tað eru hálvfinalurnar í Champions League.

 

Tað er greitt, eftir at lutakastið var í dag. Hetta merkir, at Pep Guardiola við sínum Bayern Munchen skal spæla móti gamla felagnum, Barcelona. Fyrri dysturin verður í Barcelona.

 

Real Madrid hevur enn møguleikan, at verða fyrsta felagið, sum endurvinnur Champions League heitið. Teir møta Juventus, sum hevur heimavøll í fyrra dystinum.

 

Fyrru hálvfinalurnar verða spældar 5. og 6. mei, meðan seinnu hálvfinalurnar verða 12. og 13. mei.