Her eru hæddarpunktini frá HB-FC Suðuroy

Video: Her ber til at síggja samandráttin frá dystinum millum HB og FC Suðuroy í gjár

HB og FC Suðuroy spældu í gjár málleysan javnleik í Gundadali.

 

Merkisvert var, at HB mestsum allan seinna hálvleik spældi við einum manni í undirtali. Bert 30 sekund inn í seinna hálvleik, fekk HB verjuleikarin, Jógvan Rói Davidsen, beinleiðis reytt kort fyri eina neyðbremsu ímóti Jón Krosslá Poulsen. Støðan førdi til eitt brotsspark til FC Suðuroy, sum Jón Krosslá Poulsen tó misnýtti.

 

 

Omanfyri ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum í gjár, sum Jóhan Thomsen hevur tikið upp.