Her eru hálvfinalurnar í Champions League

Trý av liðunum hava vunnið kappingina 22 ferðir tilsamans.

Bayern München skal spæla móti Real Madrid, fyrri dysturin verður í Týsklandi.

 

Hin semifinalan verður millum Liverpool og Roma, har fyrri dysturin skal spælast á Anfield.

 

Allar fýra fjórðingsfinalurnar vóru sera spennandi og góvu okkum fótbóltsundirhald av ovastu hill. Nú verður spennandi at síggja, hvussu verður í hálvfinalunum, tá evropisku risarnir Bayern München og Real Madrid bresta saman í aðrari og Liverpool, við sínum fimm sigrum, skal spæla móti Roma, sum ongantíð fyrr hevur vunnið, í hinari.

 

Real Madrid hevur vunnið kappingina tvey ár á rað, og er eisini tað felagið, sum hevur vunnið kappingina oftast, 12 ferðir.

 

Hetta er aðru ferð, at Roma er í semifinaluni í kappingini fyri meistarar. Fyrru ferð var í 1984, tá liðið vann 3-2 tilsamans móti Dundee í fjórðingsfinaluni. Ta ferðina endaði Roma í finaluni, men tapti móti Liverpool.

 

Liverpool var seinast í finaluni í 2007, tá tað tapti móti AC Milan, sum tá fekk hevnd fyri finaluna í 2005, tá Liverpool vann upp á brotssparkskapping.

 

Bayern München var seinast í semifinaluni í 2016, tá týskararnir spældu 2-2, men kortini taptu, móti Atletico Madrid. Bayern München hevur, eins og Liverpool, vunnið kappingina fimm ferðir, seinast í 2013, móti Borussia Dortmund.

 

Real Madrid hevur seinastu árini vunnið móti øllum hinum trimum semi-finalistunum seinastu trý árini. Teir vunnu móti Liverpool í bólkaspælinum í 2014/2015, Bayern München í kvartfinaluni í fjør og Roma í 16-parts-finaluni í 2015/2016.

 

Semifinalurnar verða spældar 24. og 25. apríl og 1. og 2. mai. Finalan verður í Kiev, 26. mai.