Her eru fyrstu myndirnar frá »Trom«

Viaplay hevur kunngjørt fyrstu myndirnar frá føroysku sjónvarpsrøðini

Ulrich Thomsen hevur høvuðsleiklutin sum Hannis Martinsson (Myndir: Viaplay)

Eftir ársskiftið verður føroyska sjónvarpsrøðin »Trom« sýnd á Viaplay, og nú hevur miðlafyritøkan kunngjørt fyrstu myndirnar frá røðini.

 

Ulrich Thomsen hevur høvuðsleiklutin sum Hannis Martinsson, og aðrar stórar leiklutir hava Maria Rich og Olaf Johannessen.

 

– Føroyska náttúran er vøkur, men eisini ein kørg uppliving, og hon er ein týðandi viðspælari í »Trom«, sigur Ulrich Thomsen við Viaplay.

 

»Trom« byggir á krimisøgur hjá Jógvani Isaksen. Røðin snýr seg um Hannis Martinsson, sum leitar heim aftur til Føroya, eftir at ein kvinna, sum sigur seg vera dóttur hansara, heldur seg vera í lívsvanda.

 

»Trom« er í seks pørtum, og røðin verður sýnd stutt eftir ársskiftið. Enn hevur Viaplay ikki sett neyvan dagfesting á frumsýningina.

 

Niðanfyri síggjast myndir frá røðini.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

Ulrich Thomsen hevur høvuðsleiklutin sum Hannis Martinsson (Myndir: Viaplay)