Eftir at eitt forboð móti niqab og burka gjørdist heitasta politiska málið í donskum politikki í síðstu viku, boðaði Sjálvstýri heldur óvæntað frá, at flokkurin ynskir eitt líknandi forboð í Føroyum, og leggur tí eitt uppskot fyri løgtingið, ið skal banna fólkum at brúka burka og niqab í Føroyum.
Hóast talan er um eitt kjak, ið er nýtt í Føroyum, so hava fleiri lond í Vesturheiminum seinastu árini samtykt líknandi lógir.
Ein listi, ið Ritzau gjørdi í samband við kjakið í Danmark í síðstu viku, vísir, at í hvørt fall fimm evropeisk lond hava líknandi forboð.
- Frakland: Síðan 2011 hevur eitt forboð verið í gildi, ið forbjóðar klæðum í almenna rúminum, ið fjala andlitið. Forboðið umfatar bæði burka og niqab. Revsingin er ein bót á umleið 1350 krónur og eitt kravt skeið í fronskum virðum.
- Belgia: Í 2011 fylgdi Belgia leistinum hjá Frakland og samtykti sama forboð. Her er revsingin ein bót á umleið 1400 krónur ella í mesta lagi sjey dagar fongsulsrevsing.
- Lettland: Stjórnin, ið kom til valdið í februar 2016, hevur samtykt at seta í gildi eitt forboð móti muslimskum turriklæðum, ið gera tað ómøguligt at síggja hvussu berarin sær út – bæði burka, ið fjalir alt andlitið, og niqab, har eyguni eru sjónlig.
- Italia: Ein lóg frá 1931 bannar øllum klæðum, ið forðar fólki at kenna viðkomandi. Hóast hesa lóg, so hava lokalir myndugleikar í ymiskum støðum loyvt burka.
- Sveis: Í landspartinum Ticino varð eitt forboð móti klæðum, ið fjala andlitið, samtykt í 2013. Mótstøðufólk vísa á, at tað eru so fáar kvinnur í økinum, ið brúka burka og niqab, at lógaruppskotinum er høpisleyst.
- Bulgaria: Bulgarska tjóðartingið samtykti í september 2016 eitt forboð móti burka í almenna rúminum. Revsingin er ein bót á umleið 767 krónur.
Kelda: Ritzau