Seinastu tvey vikuskiftini hava børn í øllum Føroyum havt møguleika at fara til upptøkuroynd fyri at sleppa við í Barnaprix 2012.
Upptøkuroyndirnar hava verið á dansistaðnum Rex, har børn í aldrinum 7 til 13 skuldu framføra ein sang fyri dómarum. Her kundu børnini velja ímillum fýra sangir: Lova mær við, Puff mín loynidreki, Ommu tíni hjá og Vit eru glað.
Nú eru tíggju finalistar funnir, og komandi fríggjadag 4. mai skal størsta barnastjørnan finnast, tá stóra finalubrakið í Barnaprix 2012 verður í høllini á Hálsi. Til finaluna avgera finalistarnir sjálvir, hvønn sang, teir vilja syngja. Til ber eisini at syngja eitt heimagjørt lag, men tað skal góðskumetast av fyrireikarunum.
Hesi eru tey, ið eru komin í finaluna:
Malan Kunoy, 10 ár
Súsanna Kjærbæk Poulsen, 11 ár
Marjun Drós Poulsen, 11 ár
Silja Fossabrúgv, 8 ár
Tórmóður Djurhuus, 11 ár
Marianna Nielsen, 12 ár
Marjun Anne Behrens, 12 ár
Hanna Knudsen, 11 ár
Aleksandra Jørgensen, 7 ár
Irena Niclasen, 12 ár (Pink Girls)
Sára Samson, 12 ár (Pink Girls)
Eydna Magnussen, 12 ár (Pink Girls)










