Her eru favorittarnir

Hollendari er favorittur, meðan Sir Alex er á listanum yvir favortittar at gerast venjari hjá Manchester United

Louis van Gaal er favorittur at blíva nýggjur venjari hjá Manchester United. Hollendski venjarin er í løtuni landsliðsvenjari hjá Hollandi, men sáttmálin gongur út aftaná HM í summar. Hann hevur fyrr vant stórlið sum Ajax, Barcelona og Bayern Munchen.

 

Les eisini: Her er nýggir fyribils venjarin

 

Á listanum hjá veddingarfyritøkunum er núverandi fyribilsvenjarin, Ryan Giggs, mettur sum næst størsti favoritturin at blíva venjari hjá felagnum, sum hann hevur umboðað síðani 1987.

 
Les eisini: Moyes fingið sekkin

Eitt annar venjarin, sum hevur verið nevndur í fleiri miðlum, sum eitt upplagt boð er venjarin hjá Borussia Dortmund, Jurgen Klopp. Hann hevur tó sjálvur meldað seg úr kappingini um at blíva venjari hjá Manchester United. Hann hevur eisini sáttmála við týska felagið fram til 2018.

 

 

Les eisini: Moyes rýkur skjótt

 

Longur niðri á listanum er eitt kent navn. Tað er nevniliga ongin minni enn Sir Alex Ferguson. Tað verður ikki mett sannlíkt, at fyrrverandi venjarin tekur við aftur, eftir at hann valdi at gevast sum venjari eftir farna kappingarár.

 

Aðrir enn, sum eru settir í samband við venjarastarvið eru Diego Simeone(Atletico Madrid), Carlo Ancelotti(Real Madrid) og José Mourinho(Chelsea).

 

Skybet: Odds fyri hvør verður nýggjur venjari:

 

1.     Louis van Gaal 2.25 (Odds upp á at blíva venjari)

2.     Jurgen Kloop 10

3.     Ryan Giggs 11

4.     Diego Simeone 17

5.     Sir Alex Ferguson 23

6.     José Mourinho 23

7.     Carlos Queiroz 26

8.     Laurent Blanc 26

9.     Carlo Ancelotti 34

10. Pep Guardiola 34

11. Roberto Martinez

12. Frank de Boer 34

13. Antonio Conte 34

14. Guus Hiddink 34

15. Mauricio Pochettino 34

16. Fabio Capello 34