Meklarafyritøkan Skyn setti herfyri sethúsini hjá Peturi Nolsøe í Havn til sølu fyri ein rámandi prís á 14 milliónir krónur. Tað er tað mesta eini sethús eru sett til sølu fyri nakrantíð. – Tað eru tvær eksternar metingarfyritøkur, sum hava mett virðið á ognini, sigur Petur Mohr Niclassen, stjóri í Skyn.
Húsini liggja í náttúruvakra grøna økinum millum Hoydalsá og Ternurygg.
- Ognin er nakað heilt serstakt bæði innan og uttan, og í mannamunni verður ofta sipað til “Djóragarðin hjá Petur Noll”. Innan og rundan um húsini eru alskyns rúm og økir, m.a. er ein hugnalig terassa, havastova og livandi garður við smáttu. Eisini hoyrir ein stór trøð til økið. Innan eru húsini fjálgt innrættaði, og tey mongu rúmini hava hugkveikjandi og bergtakandi snið. Í ovastu hæddini er trappa/gongd, uppihaldsstova, klædnarúm og hjúnakamar við atgongd til baðirúm. Harumframt er atgongd til altan. Í miðhæddini er durur/gongd, trappugongd, fína stova, millumstova, stóra stova, havastova við atgongd til terassu, køkur, vesi, goymslurúm og hjallur. Í niðastu hæddini er durur/gongd, vaskirúm, venjingarhøli, gongd, vesi, goymslurúm og kjallararúm.Harafturat er barr, savn, fjós og fuglahús á ognini, skrivar Skyn á heimasíðuni.
Og stjórin í Skyn kann bara taka undir við lýsingini.
- Ognin skal næstan upplivast, tí tað er trupult at seta orð á. Har er ævintýrakent og fantastiska vakurt, sigur Petur Mohr Niclassen, sum vísir á, at sjálv húsini hava stórt virðið, stallurin eisini og fyri ikki at tala um stóra fríøkið aftrat húsunum sjálvum. Húsini eru 532 fermetrar, meðan stykkið sjálvt er 8824 fermetrar. Húsini eru upprunaliga bygd í 1938.
Spurningurin er so, um nakar marknaður er í Føroyum fyri eitt hús á 14 milliónir krónur.
- Tað er sjálvandi ein avmarkaður skari av fólki, sum kunnu bjóða upp á eina ogn av hesum slagi. Men tað eru privat fólk, sum hava umstøður til at ognað sær slíkt hús, og so eru sjálvandi eisini almennir aktørar, sum kunnu gera íløgu í eina slíka ogn, sigur Petur Mohr Niclassen.
Sí myndirnar av ognini, sum Skyn hevur tikið, undir greinini her.