Fimm italsk, tvey sponsk, tvey russisk, tvey ukrainsk, og eitt hálendskt, belgiskt, turkiskt, enskt og týskt lið vóru við í lutakastinum til 1/8-finalurnar í Evropa League.
Niðanfyri eru teir 8 dystirnir, ið skulu leikast. Tey liðini, ið standa fyrst, hava heimavøll fyrst. Allir teir fyrru dystirnir verða leiktir 12. mars.
Serliga áhugavert er, at vinnararnir av kappingini í fjør, Sevilla, skulu leika ímóti sínum landsmonnum úr Villarreal. Ein annar áhugaverdur dystur er dysturin ímillum tvey søgurík, italiensk feløg, Fiorentina og Roma.
Everton - Dynamo Kiev
Dnipro Dnipropetrovsk - Ajax Amsterdam
Zenit - Torino
Wolfsburg - Inter
Villarreal - Sevilla
Napoli - Dynamo Moskva
Club Brügge - Besiktas
Fiorentina - AS Roma










