Her eru bólkarnir í VFF Cup

Árliga venjarakappingin verður spæld nú leygardagin.

Leygardagin verður skipað fyri árligu fótbóltskappingini hjá venjarafelagnum, VFF Cup, og nú er greitt hvørji lið koma at hittast.


Kappingin byrjar kl.13.00 og verður spæld á Tórsvølli, Ovara Vølli og Niðara Vølli. Hvør dystur er ein hálvan tíma. Finalan verður spæld á Tórsvølli kl.17.45.


Bólkarnir eru hesir:


Bólkur 1:

NSÍ, B36, ÍF, EB/Streymur og B68


Bólkur 2:

KÍ, HB, TB/FCS/Royn, 07 Vestur og Giza Hoyvík