Nú landskappingin er hálvrunnin, er greitt hvørji lið hittast í bólkaspælinum í steypakappingini í hondbólti, sum byrjar í januar.
Liðini eru býtt eftir plássi í landskappingini. Eitt, fýra og fimm, og tvey, trý og seks eru í sama bólki hjá kvinnum, saman við einum liði úr næstbestu deildini, meðan tað hjá monnum er sami leistur, men við einum liði úr næstbestu deildini, skrivar hsf.fo.
Kappingarnevndin hevur drigið lut millum Stjørnuna 2 og Neistan 2, og hini liðini er býtt eftir plaseringini í landskappingini.
Faxekondi steypakappingin menn:
Bólkur 1:
H71, VÍF, KÍF og Kyndil 2
Bólkur 2:
Neistin, Kyndil, StÍF og Team Klaksvík
Faxekondi steypakappingin kvinnur:
Bólkur 1:
VÍF, Neistin, Stjørnan, Stjørnan 2
Bólkur 2:
H71, Kyndil, StÍF og Neistin 2










