Seinastu árini hevur verið fastur táttur, at steypakappingarnar í hondbólti hjá monnum og kvinnum verða avgreiddar í einum taki, og soleiðis verður eisini eftir nýggjár. Báðar landskappingarnar fara í drúgvan steðg miðskeiðis í januar, tí bólkaspæl, hálvfinalur og finalur í steypakappingini skulu spælast. Hjá monnum luttaka átta lið í steypakappingini, meðan kvinnuliðini eru sjey í tali.
Í dag er blivið kunngjørt, hvørji lið eru í bólki saman. Hondbóltssambandið skrivar á heimasíðu sínari, at liðini vera sett saman soleiðis, at tey, sum eru nr. 1, 4, 5, 8 og 2, 3, 6, 7, tá kappingin er hálvrunnin, verða bólkað saman.
Hjá monnum eru bólkarnir hesir:
Bólkur 1: H71, KÍF, Neistin og H71 2/VÍF 2
Bólkur 2: Kyndil, VÍF, StÍF og Team Klaksvík
Fyri at fáa fýra lið í hvønn bólk er neyðugt, at eitt av eykaliðunum, sum til dagliga spælir í 1. deild, tekur lut ímillum tey bestu. Í fjør luttók H71 2 í steypakappingini, men er ikki vist, um teir næstbestu hoyvíkingarnir aftur fáa sess í ár, tí fyrst skulu teir dystast um hetta við eykaliðið hjá VÍF.
Hjá kvinnum eru bólkarnir hesir:
Bólkur 1: Neistin, VÍF og StÍF
Bólkur 2: Kyndil, VB, Stjørnan og H71
Hjá kvinnunum er onki eykalið, sum luttekur í kappingini, men tó er eitt lið úr 1. deild, H71, sum gagnnýtir steypakappingina at royna seg við teimum bestu. Kvinnuliðini eru uppbýtt í tveir bólkar við ávíkavist trimum og fýra liðum.
Steypafinalurnar verða spældar síðst í februar, og síðani byrja landskappingarnar aftur.