Praveen Satthi, indari hevur búð í Føroyum í trý ár.
Øll árini hevur hann undirvíst í yoga og hevur tað verið hansara høvuðsyrki her á landi. Hansara kundar eru nógvir í tali - áleið 350 fólk. Tey ganga til yoga, fara til massagu og meditatión hjá indiska læraranum, sum hevur høga útbúgving innan júst hesi økið.
Men nú steðgar viðgerðin og venjingin hjá Praveen Satthi, tí í morgin er seinasta freist hjá honum at fara úr Føroyum. Ger hann ikki tað, so verður hann handtikin og sendur av landinum.
Hví?
Ja, tað er tann spurningurin, sum Mariann Klein Ivansdóttir, eigari av fyritøku Yoga&Vælvera og harvið arbeiðsgevari hjá Praveen Satthi, setur í dag.
Tað byrjaði í februar í fjør, tá ið danska útlendingastovan sendi bræv um, at maðurin ikki livdi upp til treytirnar. Tí fyrstu 9 mánaðirnar í fyritøkuni Yoga&Vælvera megnaði fyritøkan ikki at gjalda manninum tær 24.000 krónurnar um mánaðin, sum eru krav. Men umleið hálvt ár eftir, at maðurin kom til Føroyar, eydnast at fáa so mikið av kundum, at hetta kundi bera til, og síðani - tað vil siga í 15 mánaðir, hevur hann livað upp til treytirnar fyri uppihaldsloyvi.
Í brævinum frá februar stóð, at Mariann Klein Ivansdóttir, arbeiðsgevari, og Praveen Satthi, arbeiðstakari, skuldu fylla ávís skjøl út og senda tey aftur, so Siri - danska útlendingastovan - kundi fáa greiðu á málinum.
Tey hoyrdu einki aftur fyrr enn í fjørsummar, tá ið Praveen fór á løgreglustøðina eftir neyðugum pappírum, tí hann ætlaði sær út at ferðast. Tá vóru boðini, at hann hevði mist uppihaldsloyvið í Føroyum.
Í august sendi Mariann Klein Ivansdóttir síðani eina kæru um hetta, tí nú vóru allar treytir uppfyltar. 27. desember kom svar - kæran var til viðgerðar, men meðan endalig støðan verður tikin í málinum, skal maðurin av landinum.
Fríggjadagin í farnu viku bankaði so á dyrnar hjá Praveen Satthi. Løgreglan stóð í durunum við boðunum um, at hann hevði eina viku at flyta úr Føroyum - also er í dag seinasti dagur hann hevur at sleppa sær av landinum.
Avgerðin frá desember er eisini kærd, tí hon fær vanlukkuligar fylgir fyri fyritøkuna Yoga&Vælvera, eins og hon fær vanlukkuligar fylgir fyri indiska mannin, sum hevur kallað Føroyar sítt heim seinastu trý árini.
Men hann skal av landinum, meðan málið verður viðgjørt, siga donsku myndugleikarnir.
- Tað sum kann henda í morgin er, at mín fyritøka fer av knóranum, og at indiski maðurin, sum er serfrøðingur og gullverdur fyri Føroyar og sínar kundar, verður koyrdur av landinum, segði Mariann Klein Ivansdóttir við Kringvarpið í kvøld.
Mariann heldur, at hóast hann ikki uppfylti treytirnar fyrstu 9 mánaðirnar, so eigur hædd at verða tikin fyri, at hann seinastu 15 mánaðirnar hevur uppfylta allar treytir í bókini.
- Man fær ikki hjálp og verður ikki hoyrdur, hóast man nærmast stendur skríggjandi eftir hjálp. Eg eri skelkað av, at hetta kann henda, sigur Mariann Klein Ivansdóttir við Kringvarpið.
In.fo fylgir málinum.










