Her er vinnarin av X-Factor 2013

Fríggjadagin verður fyrsta live showið á X-Factor pallinum í ár, og tá skulu finalistarnir fyri fyrstu ferð dystast um atkvøðurnar hjá hyggjarunum.

 

Og eins og vanligt eru tippingheimasiðurnar nú til reiðar at meta um hvør fer at klára seg best í kappingini.

 

Danske Spil metir, at Amanda fer at vinna X-Factor 2013.

 

- Vit halda, at Amanda er tann besta vit hava sæð, og hon var rættiliga trygg til bootcamp, sigur Peter Emmike Rasmussen frá Danske Spil við heimasíðuna hjá DR.

 

Í hølunum hjá Amandu eru hinar báðar kvinnurnar hjá Blachman, Zaina við odds 4,50 og Karoline við odds 5,50. Chresten hevur eisini 5,50 sambært Danske Spil.

 

Peter Emmike Rasmussen vísir á, at tey ungu altíð klára seg væl í X-Factor, og at Danske Spil í fjør mettu, at Line og Ida fóru at klára seg best í kappingini, og tær endaðu sum kunnugt í finaluni.

 

Danske Spil hevur tó ikki stóra vónir til bólkarnar hjá Anne Linnet.

Wasteland hava odds 11, Lotus odds 14 og Anna og Lusanda hava odds 25.

 

Hetta er millum annað ávirkað av, at bólkarnir altíð hava havt trupult við at fóta sær í X-Factor.

 

Soleiðis er støðan í X-Factor í dag, sambært Danske Spil.

 

Amanda 2,80 Zaina 4,50 Karoline 5,50 Chresten 5,50 Stephanie 10,00 Wasteland 11,00 Lotus 14,00 Jonas 20,00 Anna & Lusanda 25,00