Vinnarauppskotið fær 800.000 krónur fyri heiðurin. Hini fýra uppskotini, sum inn komu, frá Kontrast, SNA Selmar Nielsen Arkitektum, og ZETA/Brim Arkitektum, fáa eina deilda 3. virðisløn og 400.000 krónur í part.
Um vinnarauppskotið segði Ólavur Jøkladal, formaður í stýrinum fyri Tjóðpall Føroya, segði millum annað, at vinnarauppskotið hevur við djørvum høvuðsbragdi víst sína ætlan og hóskar væl til býin, og trínur fram sum Føroya Mentanardepil.
Uppskotið hevur millum annað eina brúgv, sum snýr seg rundan um bygningin, upp á bygningin og yvir á Skansan og knýtir soleiðis fornminnini á Skansanum saman aftur við býin – eitt samband, sum varð brotið, tá tað ikki longur var gangadi eftir Skansavegin og Krákusteini yvir á Skansan.
##med2##
##med3##













