Her er vinnarahugskotið til hugskotskapping um Roykstovuna

Roykstovan á Tvøroyri skal upprunavarðveitast og innan skal m.a. vera kafé, sambært vinnarahugskotinum

Í mars mánað varð lýst við hugskotskapping um, hvat Roykstovan á Tvøroyri í framtíðini skal brúkast til. 

 

Á mentanarnáttini á Tvøroyri 20. juli kunngjørdi Kristin Michelsen, borgarstjóri, hvør átti vinnandi hugskotið. Vinnararnir av hugskotskappingini gjørdust arbeiðsbólkurin fyri Tvøroyrar Fornminnisfelag og Brim Arkitektar. Virðisløn á 6.000 krónur varð latin teimum. 

 

Næstbesta hugskotið átti Siri Andreasen, sum fekk virðisløn á 4.000 krónur, og triðja virðislønin á 2.000 krónur varð latin Róki Tummasarson.

 

Roykstovan verður eisini kallað fyri Faktorhúsini. Húsini vórðu bygd í 1836 sum fyrstu húsini á Tvøroyri og eru tí ein týdningarmikil partur av Tvøroyrar søgu. Tá skipað varð fyri hugskotskappingini um, hvat húsini skuldu brúkast til, varð dentur lagdur á, at atlit skuldi takast til søguliga elementið við húsunum, samstundis sum at Faktorhúsini skulu vera partur av einari komandi miðbýarætlan.

 

Vinnarahugskotið mælir til, at Faktorhúsini partvís verða upprunavarðveitt uttan og nýskapandi innan. Á aðru hædd er ætlanin m.a. at hava virksemi hjá Fornminnisfelagnum og niðri undir kafé og møguleikar til annað virksemi sum t.d. framsýningar. Eisini verður mælt til at gera eitt opið pláss við trøum og gøtum uttanfyri, har sosial tiltøk kunnu haldast. Skotið verður samstundis upp, at flagtak verður lagt á húsini.

 

Til ber at síggja øll trý uppskotini á heimasíðuni hjá Tvøroyrar Kommunu