Her er verðins besta mynd

Ein maður roynur at fáa eitt pinkubarn gjøgnum píkatráðin millum Serbia og Ungarn. Mynd: Warren Richardson

Í dag varð kunngjørt, hvør hevur vunnið World Press Photo of the Year 2015. Fyrsta plássið fór til Warren Richardson, sum vann á 82.000 øðrum myndum.

Myndin vísur ein mann, sum roynur at fáa eitt pinkubarn gjøgnum píkatráðin millum Serbia og Ungarn. Maðurin er flóttafólk. Myndin er tikin á nátt, og eftirsum politiið var eftir flóttafólkunum, kundi myndamaðurin ikki brúka blits. Einasta ljósið á myndini kemur frá mánanum.

- Vit hava lagt merki til hesa myndina alla tíðina, og vit vistu, at hon var okkurt serligt. Hon virkar kraftfult, tí hon er so einkul. Vit hugsaðu, at hon næstan rúmar alt, sum ein mynd skal hava, fyri at lýsa flóttafólkastøðuna. Tað er ein øgiliga klassisk mynd, men samstundis heilt tíðarleys, sigur Francis Kohn í tíðindarskrivi. Hann er formaður í nevndini, sum velur ársins mynd.

Warren Richardson er úr Avstralia og arbeiður sum frílansari. Ì august var hann í Serbia og tók myndir av flóttafólkastreyminum.