Her er U21 liðuppstillingin

U21: Nú er greitt hvør byrjar inni móti Russlandi

Bill M. Jacobsen og Eli Hentze hava sett liðið til U21 landsdystin móti Russlandi á Svangaskarði í kvøld. Ongin Jóannes Bjartalíð er á liðnum – hann verður spardur.

 

Fleiri broytingar eru á liðnum. Elias Rasmussen hevur brotið ein fingur. Tí spælir Niklas Thomsen í hansara stað i málinum.

 

Í verjuni er bara menn, sum spæla í Gundadali. Gestur B. Dam, Andrias H. Eriksen og Hørður Askham úr B36, og Ári M. Jónsson úr HB.

 

Venjararnir hava eisini valt ein fýra mans miðvøll. Teir eru Patrik Johannesen, Jonas G. Hansen, Hákun Edmundsson og Magnus Egilsson. Í álopinum verða Teit Jacobsen og Jákup Thomsen.

 

Á bonkinum eru Karstin Hansen, Jákup F Hanse, Jákup Vatnhamar, David Langgard, Betuel Hansen, Petur Knudsen og Benjamin Heinesen.

 

Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum, sum byrjar klokkan 18.

 

U21: (4-4-2)

Niklas Thomsen – Gestur B. Dam, Andrias H. Eriksen, Hørður Askham, Ári M. Jónsson – Patrik Johannesen, Jonas G. Hansen, Hákun Edmundsson, Magnus Egilsson – Teit Jacobsen, Jákup Thomsen