Her er U21 landsliðið til dystin í morgin

Er venjingin nakað at meta seg eftir, so verður René Shaki Joensen at finna á vinstra bakki, meðan Gunnar Zachariasen verður fremsti maður.

 

U21 landsliðið hevði í kvøld sína seinastu venjing undan landsdystinum móti Rumenia í morgin. Liðið hevur ongan venjingardyst spælt og tí var nógv taktisk venjing á skránni í kvøld á Tórsvølli. Spælararnir fingu boð um hvussu teir skulu takla tær ymisku støðurnar teir kunnu koma í.

 

Stóri spurningurin hevur verið hvør skal spæla á vinstra bakki, nú bæði Beinir Ellefsen(AB) og Rógvi Egilstoft Nielsen(EB/Streymur) báðir máttu meldað avboð vegna skaðar. Tað sær út til, at tað verður René Shaki Joensen, sum skal traðka til. Hann hevur royndir á U21 liðnum og spælir til daglig í miðverjuni, umframt at hann hevur spælt á høgra bakki.

 

Í álopinum tykist verða greitt, at tað verður Gunnar Zachariasen, sum skal verða fremsti maður. Hann er ikki beinleiðis framherji, men hevur eins og René royndir frá U21 landsliðsfótbólti. Hann spældi millum annað væl í 0-0 javnleikinum móti Norðurírlandi í Gundadali á sinni. Hin møguleikin er bara 17 ára gamli TB framherjin, Poul Ingason, sum hevur skotið fimm mál fyri TB í ár. Tó er líkt til, at tað verður Gunnar, ið byrjar dystin.

 

Eftir venjingini at døma, so verða teir ellivu í byrja inni hesir:

(4-4-1-1)

Kristian Joensen(NSÍ) – Bárður Hansen(Víkingur), Hørður Askham(B36), Sonni Ragnar Nattestad(FC Midtjylland), René Shaki Joensen(Brøndby) – Árni Frederiksberg(NSÍ), Rógvi Joensen(TB), Bogi Reinert Petersen(ÍF), Gilli Sørensen(B36) – Ari Ellingsgaard(ÍF) – Gunnar Zachariasen(EB/Streymur).

 

U21 landsdysturin millum Føroyar og Rumenia verður á Svangaskarði klokkan 17.45 í morgin. Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum.