Tað eru spælarar úr stórum týskum feløgum, sum manna týska U21 landsliðið, sum kemur til í næstum at spæla EM undankappingardyst móti Føroyum.
Millum spælararnar, ið eru verdir at halda eyga við, er tað serliga stóra álopsessið hjá 1899 Hoffenheim, Kevin Volland. Millum aðrar kunnu nevnast Borussia Dortmund spælararnir Erik Durm, Jonas Hofmann og Moritz Leitner(útleigaður til VfB Stuttgart), og evnaríki málverjin Marc-André ter Stegen.
Bara ein spælari spælir uttanfyri Týskland. Tað er Shkodran Mustafi, sum spælir við italska Sampdoria.
Týska U21 landsliðið er tó uttan miðvallaran Johannes Geis og framherjan Shawn Parker, sum baðir spæla við Mainz 05. Eisini Hannover 96 miðvallarin, André Hoffmann stríðist við skaða, skrivar týska blaðið Kicker.
Skaðin hjá Shawn Parker ger, at týska liðið bara hevur tveir skrásettar framherjar við á ferðini til Føroyar.
Annars hava teir so kendir spælarar sum Mario Götze úr Bayern Munchen og Julian Draxler úr Schalke 04 aldur til U21 landsliðið, men eru ikki við.
Her er týski hópurin:
Málverjar: Bernd Leno (Bayer Leverkusen), Marc-André ter Stegen (Borussia Mönchengladbach), Timo Horn (1. FC Köln)
Verjuspælarar: Erik Durm (Borussia Dortmund), Matthias Ginter (SC Freiburg), Robin Knoche (VfL Wolfsburg), Shkodran Mustafi (Sampdoria Genua), Marvin Plattenhardt (1. FC Nürnberg), Antonio Rüdiger (VfB Stuttgart), Danny da Costa (FC Ingolstadt), Michael Vitzthum (Karlsruher SC)
Miðvallarar: Leonardo Bittencourt (Hannover 96), Leon Goretzka (Schalke 04), Jonas Hofmann (Borussia Dortmund), Moritz Leitner (VfB Stuttgart), Nico Schulz (Hertha BSC), Özkan Yildirim (Werder Bremen), Amin Younes (Borussia Mönchengladbach)
Framherjar: Philipp Hofmann (FC Ingolstadt), Kevin Volland (1899 Hoffenheim)
U21 landsliðsdysturin millum Føroyar og Týskland verður á Tórsvølli klokkan 19.45. Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum.