Her er tann næsti Skoda Yeti

Á Skoda verksmiðjuni verður í løtuni arbeitt við einum nýggjum SUV, sum skal avloysa tann núverandi Skoda Yeti.

 

Nýggi Skoda Yeti, sum kemur á marknaðin í 2017, verður størri og meira praktiskur enn forgangarin eins og viðførisrúmið verður væl størri. Skoda Yeti hevur verið á marknaðinum síðan 2009. Nýggi Yeti verður bygdur yvir sama plattform sum t.d. VW Tiguan og Seat Ateca.

 

Í løtuni hevur Skoda verksmiðjan seks ymiskar bilar í síni vøruskrá, teir eru Skoda Citigo, Skoda Fabia, Skoda Yeti, Skoda Rapid, Skoda Octavia og Skoda Superb, umframt Skoda Kodiak, sum eisini kemur á marknaðin í 2017.

 

Verksmiðjan, sum hevur framleitt bilar í yvir hundrað ár, er í dag partur av Volkswagen Group.

 

Les meira um bilar á www.in.fo/bilar/