Her er tað heitast í Føroyum

Nú eru tøl sett á, hvussu veðrið er ymsastaðni í Føroyum

Hesa myndina av Kirkju ein góðveðursdag, tók Ingi Sørensen úr tyrluni

Yvirhøvur er veðrið mest sum tað sama um alt landið, men kortini eru ávís øki, sum bróta eitt sindur frá. Hagstovan hevur nú gjørt upp, hvussu veðrið er ymsastaðni í landinum. Og tað vísir seg, at har tað er heitast í miðal, er á Kirkju á Fugloynni, har miðalhitin er 6,9 stig.

 

Tað er 0,4 stig heitari enn miðalhitin er í Havn, tí har er hann 6,5 stig og í Akrabergi er hann 6,4 stig. Í teimum vestaru plássunum er eitt sindur kaldari, tí í  Mykinesi er miðalhitin 6,1 stig og á flogvøllinum í Vágum, har tað er kaldast, er miðalhitin 6,1 stig.

 

Hagstovan hevur eisini gjørt upp, hvar tann mesti hitin er máldur, og verður miðaltalið tikið av tí,  er tað eisini á Kirkju, at tað er heitast, tí har er miðalhitin av mesta hitanum níggju stig.

 

Í Havnini er miðalhitin av teimum heitastu árunum, 8,6 stig, men á flogvøllinum í Vágum, har tað annars er kaldast í miðal, eru eisini nakrir rættiliga góðir dagar, tí har er miðalhitin av teimum heitastu árunum átta stig. Í Akrabergi er hann 7,9 stig og í Mykinesi er hann 7,7 stig.

 

Men tað er eisini á Kirkju har tað er yvirhøvur er frægast um veturin tí verður miðaltalið tikið av teimum kaldastu árunum, er tað 4,8 stig á Kirkju á kirkju og 4,6 stig í Akrabergi. Á Flogvøllinum í Vágum er kaldast, tí verður miðalhitin tikin av teiumum kaldastu døgunum, er tað bara 3,9 stig á flogvøllinum, ella 0,9 stig kaldari enn á Kirkju.

 

Sum tað sæst á talvuni niðanfyri, er eisini á Kirkju, har tað eru fægst dagar um veturin við frosti

 

##med2##

 

Hesa myndina av Kirkju ein góðveðursdag, tók Ingi Sørensen úr tyrluni