Her er Sven-Göran í dag

- Eingin kennir meg her, sigur fyrrverandi enski landsliðsvenjarin um sítt nýggja starv.

Tann kendi svenski fótbóltsvenjarin, Sven-Göran Eriksson, sum eitt nú stóð á odda fyri Onglandi árini 2001 til 2006, hevur seinastu árini starvast í Asia, har hann herfyri fór í eitt nýtt starv. Hann varð nevniliga fyri smáum tveimum vikum síðani útnevndur sum nýggjur landsliðsvenjari á Filipsoyggjum.


Tað er ein heilt øðrvísi avbjóðing hjá tí nú 70 ára gamla Sven-Göran Eriksson. Kurvabóltur er tjóðarítróttin á Filipsoyggjum, og fótbólturin fær av tí sama ikki stóran ans.


- Eingin kennir meg her. Tað er sera deiligt, sigur Sven-Göran Eriksson í samrøðu við TT.


Tá Sven-Göran Eriksson lendi í høvuðsstaðnum, Manila, vóru eingi tíðindafólk ella onnur áhugað og tóku ímóti, og tað vóru einans fá fólk til staðar, tá ið hann og filippinska fótbóltssambandið hildu tíðindafund.


- Hetta er nýtt fyri meg. Hetta er eitt land við meira enn 100 milliónum íbúgvum, men fótbóltur hevur ikki týdning her. Eg skal tó royna at gera hann týdningarmiklan. Gongur tað væl, so kunnu vit vaksa skjótt, sigur Sven-Göran.


Sven-Göran Eriksson hevur áður verið landsliðsvenjari hjá Onglandi, Meksiko og Fílabeinsstrondini, men seinastu fimm árini hevur hann vant kinesisku liðini Guangzhou R&F, Shanghai SIPG og Shenzhen.