Her er stóri kærleiksdagurin

Í dag er dagurin, tá ið blómur, sjokuláta og reyð hjørtu í øllum formum selja best. Valentinus eitur dagurin og tað er í dag tú skal minnast til tey, sum tú er best við

Nú veit, eg at nógv hugsa "amerikanskt fjas hasin valentindagurin", tí tað er serliga úr amerikanskum filmum, vit hava sæð tey senda kort og geva gávur til síni kæru.
Men trúgv tí ella ei - Valentindagurin er ein europeisk siðvenja, sum av fyrstan tíð fekk fótafesti í Europa í 1300-talinum, men siðvenjan mátti fara ein umveg til Amerika, áðrenn hon aftur kom á okkara leiðir.
Valentinus, sum dagurin er uppkallaður eftir, var ein italienskur prestur, ið vígdi forelskað pør í loyndum, og sum bleiv dømdur til deyða fyri sínar gerðir. Áðrenn hann doyði, fekk hann tokka til dóttur fangavørðin og skrivaði henni eitt kærleiksbræv, sum hann undirskrivaði »Tín Valentin«.
Vit í Føroyum verða ikki líka undurdíkt í reklamu um hendan dagin, sum tey verða aðrastaðni, men tað eru nakrar fyritøkur, sum gera meira burturúr.
Ein av teimum er Hotel Hafnia, sum í nógv ár hevur bjóðað eina serliga Valentin matskrá – og ár er hon: hummarasuppa til forrætt, neytasneið til høvuðsrætt og sjokuláta fondant omaná.
Blómuhandlarnir hava eyka nógvar rósur inni og selja oftani rósur saman við sjokulátu.
Men vanligasti hátturin at halda Valentin er hóast alt at senda eitt kort til hann/hana, tú er góður við - og tað nýtist ikki at kosta tað stóra.
Skriva nøkur kerlig orð á eitt pappír og yvirraska onkran, tú er góð við í dag.