Føroyska U21-landsliðið hjá monnum hevur fingið eina dreymabyrjan upp á fyrsta HM-endaspælið í føroyskari hondbóltssøgu. Týsdagin vunnu teir 31-28 ímóti Kili, og í kvøld vunnu teir 28-27 ímóti Suðurkorea.
Fult stigatal eftir tveir teir fyrstu dystirnar merkir, at Føroyar, sum eru í bólki A, eru ájavnar í stigum við stór lond sum Týskland og Noregi.
Føroyar eru væl ávegis víðari til 1/8-finalurnar, og eydnast tað at fáa eitt stig afturat, so eru Føroyar víðari. Annars kann dúvast upp á, at Ungarn vinnur ímóti Suðurkorea sunnukvøldið, ella at Suðurkorea og Ungarn ikki bæði vinna tveir dystir afturat.
Støðan í bólki A:
1 | Týskland | 2 | 2 | 0 | 0 | 76 | 46 | +30 | 4 | 1/8-finalur |
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
2 | Noreg | 2 | 2 | 0 | 0 | 62 | 51 | +11 | 4 | |
3 | Føroyar | 2 | 2 | 0 | 0 | 59 | 55 | +4 | 4 | |
4 | Suðurkorea | 2 | 0 | 0 | 2 | 56 | 59 | −3 | 0 | |
5 | Ungarn | 2 | 0 | 0 | 2 | 43 | 56 | −13 | 0 | |
6 | Kili | 2 | 0 | 0 | 2 | 53 | 82 | −29 | 0 |
Komandi dystir hjá Føroyum:
Føroyar – Noreg (fríggjadagin 21. juli kl.18.00)
Føroyar – Týskland (sunnudagin 23. juli kl.18.00)
Føroyar – Ungarn (mánadagin 24. juli kl.18.00)
- mikudagin 26. juli verður farið í holt við at spæla 1/8-finalur og plaseringsdystir